Harra Pætur og Elinborg

1. Harra Pætur og Elinborg,
børn vóru tey so ung,
løgdu sínum ástum saman,
mongum eru forløg tung.


Nú lystir meg í dansin at gá,
meðan rósur og liljur grógva væ
l.

2. Harra Pætur og Elinborg,
børn vóru tey so rík
løgdu sínum ástum saman,
mongum er forløg slík.

3. Legði hann hendur á frúnnar háls,
myntist við hana blíða:
“Hvussu leingi vilt tú Elinborg,
festarmoy mín bíða?”

4. “Bíða vil eg í sjey vetur
uttan frænda ráð,
giftast ikki livandi manni,
meðan eg liva má,

5. Bíða vil eg sjey vetur
móti frænda vilja,
giftast ikki livandi manni,
um enn meg kongur giljar.”

6. Harra Pætur stígur
í tað standani floy:
“Eg forbjóði hvørjum manni
mína festarmoy!”

7. Harra Pætur stígur
í tað standani stavn:
“Eg forbjóði hvørjum manni
sova í hennar favn!”

8. Sjey vetur forgangnir vóru,
Elin tók at leingja,
akslar yvir seg kápu blá,
í glasglugga at standa.

9. Elin stendur í glasglugga,
sær hon út so víða,
fagur var tann knørrurin,
hon sær eftir havinum líða.

10. “Fullvæl kenni eg seglini,
fullvæl kenni eg rá,
fullvæl kenni knørrin tann,
ið harra Pætur ár.”

11.Elin gongur til strandar oman,
sínum borðum skeyt,
fagur var sá knørrin,
for bryggjuni fleyt.

12. “Hoyrið tit, ríkir keypmenn!
hvat hava tit at selja?”
-“Vit høvum skrúðir og skarlak reytt,
tað besta, frú kann velja.”

13. Lítið er mær um skrúðir
og ei um skarlak reyða,
mín bróðir er av landi úti,
tí syrgi eg meg til deyða.”

14. “Hann er ei tín bróðir,
hann er tín biðlasvein,
hann er sær í Danimark,
har ræður for borgum ein.

15. Hann er sær í Danimark,
teir kalla hann harra Pætur ríka,
hann hevur fest ta donsku frú,
hon er ikki tykkar líki.”

16. Elin gongur frá strondum niðan,
sveipar hon seg í skinn,
so gár hon í høgaloft
for Eirik bróðir sín inn.

17. “Væl sitið tær, Eirikur, bróðir mín!
tað sigi eg tær av:
vilt tú vera mín stýrimaður
yvir tað salta hav?”

18. “Set teg niður við mínum borði,
drekk við mær í dag!
eg kalli tað ei vera moyggjasið
at sigla tað salta hav.”

19. Elin snúðis av høllini út,
mestan var hon reið:
“Gud lati meg ikki liva tann dag,
eg biði teg bønir meir!”

20. Tekur hon allar moyggjarnar,
setur saman í ring,
hon tók upp ein silvur saks,
hon klippir hár umkring.

21. Tekur hon allar moyggjarnar.
hon klippir av teimum hár,
síðan lærir hon allar tær
tað jútska riddaramál.

22. Tekur hon allar moyggjarnar,
sker teim riddaraklæði,
so ganga tær til strandar oman,
sum Elin fyri var.

23. Eirikur gongur til strandar oman
á tann sama dag:
“Eg vil vera tín stýrimaður
yvir tað salta hav.”

24. “Eg seti ikki minni við
enn mín silvur ring:
eingin kemur kallmaður
inn á skipakring!

25. Eg seti ikki minni við
enn mín silvurkross:
eingin kemur kallmaður
inn á skip til oss.

26. Eg seti ikki minni við
enn mín silvurkorða:
eingin kemur kallmaður
innan snekkjunnar borða!”

27. Enntá var tað Elinborg,
dregur upp á seg glógva,
so gár hon til stýrið at stá,
og ternurnar at rógva.

28. Rókust úti á myrkum havi
mánaðirnar tvá,
ongar vættrar fingur tær
til nøkur lond at sjá.

29. Rókust úti í myrkum havi
mánaðirnar tríggjar,
ongar vættrar fingu tær
til nakað land at síggja.

30. Ongar vættrar fingur tær
til nøkur lond at sjá,
fyri ta høgu boðaslóð,
so fell tann bylgja blá.

31. Svaraði frúgvin Elinborg
í fyrsta orði tá:
“Lovið heldur olmussu,
so fáum vit land at sjá!”

32. Summar lovaðu eina,
Elin lovaði tvá:
tá tók tokan at lýsa av,
tær fingu land at sjá.

33. Allar lovaðu eina og tvær,
Elin lovaði trinnar:
tokan tók so at lýsa av,
tær fingu land at kenna.

34. Árla var um morgunin,
sólin roðar í fjøll,
tá tók tokan at lýsa av
for harra Pæturs høll.

35. Fríggjadagin í páskaviku
fóru tær út í hav,
tær komu ikki til landanna
fyrr enn Santa Mortans dag.

36. Kasta sínum akkerum
á tann hvíta sand,
fyrst stígur frúgvin Elinborg
sínum fótum á land.

37. Úti á miðjum grasagarði
akslar hon sítt skinn,
og so búgvin gongur hon
í høgar hallir inn.

38. “Heil sitið tær, harra Pætur,
yvir ydra breiða borð!
plaga so allir høviskir sveinar
halda síni orð?

39. Væl sitið tær harra Pætur
og tann danska frú!
plaga so allir høviskir sveinar
halda sína trú?”

40. Harra Pætur snúðist yvir borðið fram
við silvurskál í hendi:
“Signi Gud tíni eygu tvá!
so gjølla eg teg kendi.

41. Hoyr tú, frúgvin Ingibjørg!
tú ver mær ikki reið,
meðan eg fylgi mínum systursoni
tríggjar dagar á leið!

42. Meðan eg fylgi mínum systursoni
tríggjar dagar á leið;
komi eg ikki aftur tann fjórða,
so vænta meg ikki meir!”

43. Svaraði frúgvin Ingibjørg
tár á kinnar lá:
“Hann er ei tí systurson
fullvæl kann eg tað sjá.”

44. Svaraði frúgvin Ingibjørg,
tár á kinnar glíggjar:
“Hann er ei tín systurson,
so væl kann eg tað síggja.”

45. Svaraði frúgvin Ingibjørg
í triðja orði tá:
“Kallmann hevur hon yvirbrøgd,
enn kvinni hevur hon hár.”

46. Fylgdust tey til strandar oman
alt í einum liði:
harra Pætur og Elinborg
og Ingibjørg tann triðja.

47. Ingibjørg stendur á hvítum sandi,
sára ið hon grætur,
Elin stendur í fremra stavni,
hirðir ei, hvat hon letur.

48. “Liv nú væl, frú Ingibjørg,
tú hitt danska sprund!
eg havi nú fingið mín festarmann,
eg lænti tær um stund.

49. Liv nú væl, frú Ingibjørg,
við títt elvargangi!
eg havi nú fingið mín festarmann,
eg lænti tær so leingi.”

50. Grátandi snúðist frú Ingibjørg
aftur í sína borg,
glaður siglir harra Pætur
heim við Elinborg.

51. Drukkið varð teirra brúdleypið,
kátt var teirra lív,
gingu bæði í eina song
harra Pætur og hans vív.

52. Farið fyri eystan, farið fyri vestan,
farið fyri verðsins enda!
tey koma bæði í eina song,
ið Gud vil saman senda.

Hetta kvæði havi eg funnið á heimasíðuni hjá Jónheðin H. Tróndheim

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s

%d bloggers like this: