Nú liggur kavafonn tindi á

1
Nú liggur kavafonn tindi á,
og gler er í áum og tjørnum,
og stormurin leikar um fjøllini há;
nú er einki veður hjá børnum.

2
Nú dagur stuttur, og nátt er long,
og glerpípur hanga úr taki,
og títtlingur høvur sítt undir vong
nú stingur, hálvdeyður í raki.

3
Nú sita smábørn í stovu still
og lurta so væl eftir søgum
um menn so góðar og trøll so ill,
sum livdu í avgomlum døgum.

4
Vit hoyra um Øskudólg, dreingin tann,
ið kongdóttur vann sær til brúður,
um Krákudóttur, sum fekk ein mann,
ið var sær ein kongssonur prúður.

5
Og vit hoyra sagnir úr fornu tíð,
um Trónd og um Sigmund hin reysta,
um bardagar miklar og harðligt stríð,
um vápnaleikin hin mesta.

6
Tær søgur, tær søgur, tær ljóða væl,
tær leggja vit okkum í minni,
tær læra vit fegin í hópatal
á kvøldi í stovuni inni.

7
Men uppaftur sólin vil ljóma á fjøll
á fagrasta hásummardegi,
og blómubros leikar um víðan vøll:
– tá fáa vit almikla gleði.

Kelda:
“Barnadansurin í Norðurlandahúsinum”
Dansifelagið í Havn

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s

%d bloggers like this: